Dagligt vanaverk – 46 myndakort

kr.250,00

46 ymisk myndakort, sum vísa veruligar myndir av tí vit vanliga gera í einum gerandisdegi.

På lager

Estimated Delivery Date 21. maj 2024 - 31. maj 2024

Beskrivelse

Hesi myndakort brúki eg sjálv nógv í mínari undirvísing, og tí helt eg, at eg skuldi koyra tey til prentingar, so tit eisini kunnu fáa ágóðan av teimum.

Málslig stimbran:
Tað eru fleiri ymiskir mátar, sum tú kanst nýta hesi kort til málsliga stimbran. T.d. brúki eg tey saman við fólki, sum hava afasi. Tey hava vanliga trupult við at finna tað rætta orðið. Tá biði eg tey ofta siga hvat tey síggja. Tey kunnu antin bert siga t.d. persónsfornøvnini, sagnorðið ella allan setningin. Eisini kann man velja at útbyggja setningin, har man biður viðkomandi nýta hugflogið.
Tað sama er eisini galdandi við børnum, har málmenningin skal stimbrast.

Sjónliggera gerandisdagin:
Eisini kunnu hesi kort nýtast til at seta ein dag upp hjá einum, sum hevur gott av at fáa dagin sjónliggjørdan.

Hetta eru fyrstu myndakortini, sum havi sent til prent. Fleiri eru á veg, so sum sagnorð, navnorð, lýsingarorð, fyrisetingarliðir og ymiskir orðaflokkar.

Stødd og Tilfar:
105*105 mm og hol í hvørjum hornið. 350 gr. pappír og matlaminerað framman og aftan. Bókringur fylgur við í prísinum.

Um tit hava spurningar til hesa vøru, kunnu tit skriva í teigarnar niðanfyri.

Anmeldelser

Der er endnu ikke nogle anmeldelser.

Vær den første til at anmelde “Dagligt vanaverk – 46 myndakort”
Ger eitt ummæli og fá ein viðrisseðil! :)

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *