Tænastur og prísir

  • Innleiðandi samtala – ókeypis (30 min)
  • Ein metan, frágreiðing, og tilmæli – 1750 kr
  • Talu og samskiftisráðgeving – 750 kr/60 min, 550 kr/30 min
  • Ráðgevatænasta – 850/tíman
  • Seti tykkum endiliga í samband við okkum fyri at biðja um eitt skeið ella eitt workshop sum er skræddaraseymað til tykkara toymi ella stovn.

Metan, undirvísing, ráðgeving

Við at samanseta bæði eina formliga og eina óformliga metan av borgarinum, finna vit saman styrkir og tørvin til samskifti hjá tí einkulta borgara. Út frá eini frágreiðing verður ein metan gjørd av hvørji samskiftisamboð eru neyðug fyri at stuðla undir hesari ætlan. Undirvísing/ráðgeving kann fyriganga seg heima hjá borgarinum, í okkara kontóri ella gjøgnum teleterapi á netinum. Vit seta stórt viðrið í at samarbeiða við avvarðandi hjá borgarinum. Tað verið seg familja, stovnar og skúlar osfr.

Skeið

Vit bjóða okkum at hava skeið innan hesi økið

GoTalk NOW – ein góð samskiftisapp við nógvum møguleikum

AVAZ – AVAZ er ein samskiftisapp burturav. Hon er blivin føroyska og tað er heilt framúrskarandi halda vit.

ASK-tilfar

Hevur tú/tit tørv á einari skræddaraseymaði loysn til tilfar? Vit bæði framleiða og vegleiða í brúk av ASK-tilfari. Her kann talan vera bæði um high-tech ella low-tech samskiftisloysnir. So sum myndakort/symbolir til appir og forrit. Her er prísurin ymiskur alt eftir stødd á uppgávu.

Ráðgeving

Eisini ráðgeva vit fegin um tú/tit hava fingið eina samskiftisloysn (t.d. eina app ella forrit), har orð og setningar møguliga skulu innsetast. Vit vegleiða eisini í hvussu tú/tit aktivt kunnu brúka hesa loysn. Hetta kemur undir ráðgevatænastu.