Tónleikaterapi er ein viðgerðarhættur ið ikki tørvar orð ella talu (non-verbal).
Tónleikaterapi kunnu øll njóta gott av, og er tað serlgia hent til fólk ið iki hava
vanligar talu og sanskiftsførleikar, ella fólk sum hava ringt við ella ikki orka at
seta orð á sínar kenslur.Tònleikur, rørsla, list og evt samtala eru amboð sum
vera nýtt fyri at náa terapeutiskum málum
Terapeutisk málini kunnu vera so ymisk og løturnar vera tilrættalagdar til
tørvin hjá brúkaranum og avhongur av tí aktuellu støðuni.
Við at nýta tónleik á henda hátt ber til at bera fram kenslur uttan at nýta orð.
Tònleikaterapi kann stimbra og styrkja samspæl, samskifti og vera við til at
skapa ró, gleði og trivna.
Tónleikaterapi kann innihalda, improvisation, at lurta eftir tónleiki,
sangskriving, ljóð, ymisk ljóðførir, samanspæl, sang, rørslu, spæl osv.
Sessionirnar kunnu vera í bólki (3-10 fólk) ella ein til ein.
Tað er als ikki neyðugt at hava royndir innan tónleik fyri at njóta gott av
tónleikaterapi.
Tónleikaterapi kann røkka tá orð ikki røkka.
Tónleikaterapi og gransking
Flestu av okkum vita at tónleikur kann hava jaliga og sterak ávirkan á eitt
menniskja. Nógv gransking er og verður gjørd innan tónleikaterapi. Úrslitini
eru góð og til ber at lesa nógv um hetta inni á Center for dokumentation og
forskning i musikterapi (Cedomus):
Eitt video um musikterapi:
https://www.google.com/search?channel=fs&client=ubuntu&q=musikterapi#fpstate=i
ve&vld=cid:377c4cfa,vid:vSsAWWgo-zc