Handilstreytir hjá Voxia
Voxia
Skálavegur 268
FO-480 Skáli
TLF: +298250760
CVR: 646865
Bílegging
Bíleggjast kann beinleiðis her á síðuni. Til ber eisini at bíleggja við at senda ein teldupost til voxia@voxia.fo.
Gjaldshættir
Gjaldast kann við gjaldskorti ella kontant/gjaldskort tá vøran verður avheintað. Eisini ber til at velja at gjalda við bankaflyting.
Gjaldið fer av kontuni tá vøran verður send.
Levering
Kundin kann velja um vøran skal avheintast ella um hon skal leverast.
Um kundin velur at fáa vøruna útkoyrda, verður vøran antin send við Posta ella koyra vit sjálvi út. Vøran fer út av húsinum 0-10 yrkadagar eftir at bíleggingin er komin inn. Vit senda við Posta og kostnaður er 50,-.
Vøra kann eisini, sambært avtalu, avheintast á hesi adressu:
Skálavegur 213, uppiá, 480 Skála (í somu hølum sum matvøruhandilin, Skálin, heldur til)
Prísir
Allir prísirnir er í føroyskum krónum (DKK) íroknað 25% mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Iðrunarrættur og reklamatión
Tað er 14 dagar iðrunarrættur fyri øll keyp. Vøran skal vera í upprunastandi. Keypari fær pengarnar aftur fyri vøruna, tó ikki fyri fraktkostnaðin. Keypari rindar møguligt returpostgjald.
Reklamatiónsrættur er 2 ár. Við reklamatión rindar seljari postgjaldið. Fyri at vera dekkaður av reklamatiónsrættinum er týdningamikið at vaski- og brúkaravegleiðingarnar verða fylgdar.
Returadressa
Voxia ÍVF, Skálavegur 213, uppiá, 480 Skála
Viðskiftatreytir fyri skeið
Gjaldstreytir
Tá ið tú teknar teg til eitt av okkara skeiðum, er tilmeldingin bindandi og skal vanliga gjaldast beinanvegin. Eru aðrar gjaldstreytir galdandi, verða tær lýstar í sambandi við tiltakið. Fært tú, sum kundi, ikki møtt til tiltakið, hevur tú rætt og møguleika til, at lata plássið til starvsfelaga ella onkran annan.
24 tíma angrirætt
Tú kanst angra tilmeldingina innan fyri 24 tímar eftir, at tú hevur meldað til, tó í seinasta lagi eina viku áðrenn tiltakið byrjar. Send t-post til voxia@voxia.fo, um tú angrar.
Avlýsing
Hevur tú teknað teg til eitt av skeiðum okkara og harvið játtað gjaldstreytirnar, eru niðanfyristandandi treytir galdandi.
Tilmeldingin er bindandi, og hetta er ikki tengt at, um tú hevur goldið ella ikki.
Tú ert sjálvandi altíð vælkomin at senda annan luttakara fyri teg. Ynskir tú tó at melda frá, ber hetta til við at gjalda niðanfyristandandi avlýsingargjald:
– Avlýsing millum 8 og 4 vikur áðrenn tiltakið: 50% av kostnaðinum
– Avlýsing minni enn 3 vikur áðrenn tiltakið: 100% av kostnaðinum
Eru aðrar avlýsingartreytir galdandi, verða tær lýstar í sambandi við skeiðið.
Forfall
Fært tú sum luttakari, ikki møtt til eitt tiltak, sum tú hevur teknað teg til, eru omanfyristandandi avlýsingartreytir galdandi. Legg til merkis, at tú altíð er sera vælkomin at senda annan luttakara fyri teg.
Voxia avlýsir
Avlýsir Voxia eitt skeið vegna ov fáar tilmeldingar, fær kundin sjálvandi peningin aftur. Voxia má í slíkum føri hava eitt kontonummar at flyta peningin aftur á.
Viðskiftatreytir fyri gávukort
Tá tú keypir tær eitt gávukort, velur tú tær eina upphædd. Tú fært ein teldupost við eini kodu, sum ska nýtast tá tú kemur til kassan í nethandlinu.
Gávukortið er galdandi í tvey ár.