Hvat er ASK?

 

ASK….hvat er tað fyri nakað, og hvør hevur tørv á tí?

Børn, ung og vaksin, sum partvís ella heilt mangla talumálið, hava tørv á annaðleiðis og/ella stuðlandi samskiftisháttir. Nøkur hava tørv á samskiftisháttum sum skal virka sum teirra talumál. Hetta kallast fyri annaðleiðis samskiftið. Á øðrum málum kennir man tað best sum alternativ kommunikation. Onnur hava tørv á samskiftisháttum sum stuðla undir teirra møguliga skerda talumál. Hetta kallast fyri stuðlandi samskiftið. Á øðrum málum kennir man tað best sum supplerandi kommunikation. Annaðleiðis og Stuðlandi samskiftið styttist ofta sum ASK (alternativ og supplerende kommunikation), og hetta velji eg at halda fast við, tá eg skrivi um hetta evnið.

Í stuttum kan man siga, at ASK er alt tað sum hjálpur einum persóni at samskifta, tá talumálið ikki kann nýtast á skiljandi hátt.

Dømir um ASK er tekn til talu, myndir, grafisk tekn (symbolir) ella konkretir. Eisini kann atburður, handlingar og verumáti vera útrykk, sum má tolkast fyri at geva meining av øðrum, umtalast sum ASK. Viðhvørt kann tað vera hent at brúka hjálpitól, so at persónurin kann skilja og lata seg skilja. Dømi um hetta kann vera samskiftisbøkur, tematalvur, teldlar ella teldir.

Tað er av týdningi at skapa eitt gott málumhvørvið fyri persónin, sum hevur tørv á eini ASK-loysn, og teirra samskiftispartnarum.

Ymiskar ASK-loysnir

Nøkur fólk hava tørv á samskiftisháttum sum heilt dekkar teirra skerda talumál, meðan onnur hava tørv á samskiftisháttum sum kunnu stuðla verandi talu, sum er seinkað, ótýðulig ella veik. Nøkur fáa ongantíð talumál, meðan onnur kunnu, við hjálp av eini ASK-loysn, menna talumálið.

Nøkur skilja alt sum onnur siga, men mangla bert talumálið. Onnur mangla bæði talumálið og hava eina seinkaða ella øðrvísi málfatan. Tað finnast eisini fólk, sum hava lítla ella onga fatan fyri tí sum verður sagt av øðrum.