Hervør hevur í sínari útbúgving, innan musikterapi, eisini lært um rørslu, grounding og lætta
massasju, umframt at hon hevur tikið skeið innan beróligandi skalla, fót og hondmassasju.
Hendan massasjan er til øll – vaksin sum børn – fólk við serligum tørvi og fólk sum annars
hava tørv á ró og hvílu.
Viðgerðin er 30 min – 1 tíma og 15 min og kann sameinast við samrøðu um tørvur er á tí.
Endamálið við massasjuni er ró og hvíla.