Lær um kenslur – Ananas

kr.199,95 inkl. mvg

  • Stimbrar børn at læra um kenslur við ymiskum andlitsbrøgdum
  • Barnið kann velja ímillum 26 andlitslutir – líka frá einum smædnum smíli til eitt illfýsið andlitsbragd – alt er við
  • Tú kanst byggja andlitsbrøgd á báðum síðum á ananasuni
  • Allir lutirnir kunnu goymast inni í ananasuni
  • Hóskar væl frá aldrinum 3 ár og uppeftir
Væntandi leverað millum 9. oktober 2023 - 19. oktober 2023
Varenummer (SKU): B08PCBDHR3 Kategori:

Beskrivelse

Kann man síggja á eygnabrýnum um ein persónur – ella ein ananas – er glað, bilsin ella óð?

Við hesi roksuttu Ananas, kanst tú fáa góðar samtalur um kenslur, og hvussu vit kunnu avlesa kenslurnar hjá hvørjum øðrum.

Kenslur kunnu vera truplar at skilja og at tosa um hjá børnum. Við at seta orð á kenslur, hjálpur tú tínum barni at skilja seg sjálvan og onnur. Barnið lærir at skilja, at tað er ein samanhangur ímillum, hvussu man hevur tað, og hvussu man sær út.

Hetta kann hjálpa tínum barni til góðar sosialar førleikar, og kann geva góðar samtalur um, hvat verður títt barn bangið av, eyka glaður ella mega súrur.

Tú kanst lata títt barn vísa, hvussu dagurin hevur verið, við at gera eitt andlit á ananasuna. Ella kunnu tit “gita eina kenslu”, har tit skiftast um at gera ymisk andlitsbragd.

Ananasin hevur 26 ymiskar andlitslutir, sum tit kunnu arbeiða við. Lutirnir kunnu goymast inni í Ananasuni, tá tey ikki eru í brúk.

Tað fylgir eisini ein leiðbeining við til ymisk andlitsbrøgd.

Anmeldelser

Der er endnu ikke nogle anmeldelser.

Vær den første til at anmelde “Lær um kenslur – Ananas”
Ger eitt ummæli og fá ein viðrisseðil! :)

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *