
Vælkomin til heimasíðuna hjá Voxia
Voxia er ein fyritøka sum veitir talu- og samskiftisráðgeving. Eisini framleiða og selja vit tilfar til undirvísing og samskiftið. Okkara serøkið er innan ráðgeving og undirvísing til børn og vaksin har talumálið er skert. Her kann talan vera um menniskju sum einki talumál hava, har ein alternativ samskiftisloysn má finnast. Ella har talan er so mikið ótýðulig, at hon má stuðlast við amboðum til samskiftið. Hetta økið verður kallað fyri ASK og stendur fyri Alternativ og stuðlandi samskiftið (kommunikatión).
Hjartamálið hjá Voxia er, at hvør einstøk rødd eigur rættin at verða hoyrd. Eitt menniskja skal møtast soleiðis, at tað fær rættin til at siga hvat tað vil, tá tað vil, hvussu tað vil og har tað vil.
Vit trúgva uppá viljan og førleikan at samskifta, tí vit vita at øll menniskju kunnu og vilja samskifta. Høvuðsendamálið er tí at finna ein samskiftisloysn, ið kann stimbra menningina hjá hvørjum einstøkum, har talumálið er skert.
Set teg í samband við okkum
Tú ert vælkomin at seta í samband við okkum. Er tað nakað viðvíkjandi okkara tænastum, ert tú vælkomin at útfylla teigarnar niðanfyri við tínum upplýsingum, og vit seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt.