Far til innihaldið
Helena Højgaard og Voxia-búmerkið

UM VOXIA

Hvør einstøk rødd
hevur týdning

Mál, læring og samskifti eru ein partur av gerandisdegnum. Í Voxia geri eg tilfar, sum skapar møguleikar fyri luttøku, menning og gleði.

MØT HELENU

Faklig vitan og
skapandi tilfar

Eg eiti Helena Sjúrðardóttir Højgaard og eri talu-, hoyri- og lesiráðgevi. Eg varð útbúgvin audiologopædur (cand.mag.) frá Københavns Universitet í 2015 og stovnaði Voxia í 2020.

Eg menni praktiskt tilfar og spøl, sum stuðla málmenningini hjá børnum og fyrstu stigunum í lesing og skriving. Her finnur tú millum annað myndakort og uppgávur at prenta til arbeiðið við bókstavum, málljóðum, orðfeingi, frásøgn og samskifti.

Eg leggi dent á visuelt stuðlandi tilfar og virknar læruhættir, har børnini sjálvi taka lut. Tilfarið skal vera greitt, lætt at fyrireika og einfalt at taka í nýtslu – heima, í skúla, í málvenjing og í serundirvísing. Tað kann brúkast við einstøkum børnum, í smærri bólkum og í flokkinum.

EITT AV MÍNUM HJARTAMÁLUM

At koma
til orðanna

ASK – alternativt og stuðlandi samskifti – er eitt av mínum hjartamálum. Áhugin byrjaði í 2005, tá eg arbeiddi sum stuðul hjá einum barni við fjølbreki og uttan talumál. Tað gjørdist byrjanin til mítt arbeiði fyri, at børn og vaksin við skerdum samskiftismøguleikum kunnu koma til orðanna.

Eg havi starvast sum audiologopædur bæði í Danmark og hjá Sernámi í Føroyum. Eg havi royndir við at undirvísa í samskiftisappum, halda skeið í Boardmaker og menna samskiftisbøkur, visuelt tilfar og tøkniligar samskiftisloysnir.

Mál og læring

Spøl, myndakort og uppgávur til málmenning, lesing og skriving.

Finn tilfar

Lætt at byrja

Ókeypis tilfar, sum kann geva íblástur til málið í gerandisdegnum.

Sí ókeypis tilfar

Vitan og hugskot

Greinar og hugskot til spæl, samrøðu og samskifti.

Les meira

SET TEG Í SAMBAND

Lat okkum práta saman

Hevur tú ein spurning um tilfar, málmenning ella samskifti? Skriva mær nøkur orð í frymilin niðanfyri.

Deil:

Like this:

Like Loading…