
Eg eiti Hervør Sabina á Torkilsheyggi og búgvi á Toftum. Eg eri gift við Kára og vit eiga 4 deilig børn . Anna, Jóel, Olivia og Tekla (og kettan Obi ikki at gloyma 🙂 )
Tónleikar og serliga sangur og allur kreativitetur fyllur nógv í mínum lívi og í okkara heimi.
Eg varð útlærd Mhs og teknmálstulkur í 2009 í Århus. Havi síðan eftirútbúgva meg og tikið skeiðir innan skrivitulking, fjartulking, musikundirvísing til børn, erindringsdansinstruktør og beróligandi hond-fót og skallamassasju. Í 2020 var eg útlærd sum proffesionsrettet musikanvender frá Aalborg universitet. Hetta er ein eftirútbúgving svarandi til BA í musikterapi.
Tónleikur hevur altíð fylt nógv í mínum lívið og havi eg yrkt og gjørt løg síðan eg var smágenta. Altíð hevur tað rørt og hugtikið meg, hvussu tónleikur kann ávirka fólk og tí dámar mær væl at framføra við viðkomandi sangum. Hetta hevur eisini leitt til nakrar tónleika útgávur gjøgnum árini.
Útsettir bólkar og minnilutarbólkar hava altið nomið mítt hjarta og tíðliga gjørdist eg spent í at læra meg tekmál so eg kundi práta við tey deyvu í Føroyum serliga – tí varð eg útlærd teknmásltulkur og eg havi gletst um at tulka í nógv ár. Men hjarta vildi serliga tónleikin og eftir at fáast meira við tónleik – geva út og framføra – fór eg at arbeiða við vøggusangi og á demensdeild , sum ellisheimstónleikari samstundis sum eg byrjaði at lesa musikterapi.
Tað hugtekur meg aftur og aftur at í tónleikinum er ein serlig kraft og eg gleðist um at kunna arbeiða við menniskjum og tónleiki og eisini sum teknmálstulkur. Spennandi er at vera byrja hjá Voxia í samstarv við Helenu.
Vit deila somu visiónir og eg kann av hjarta taka undir við hjartamálinum hjá Voxia athvør einstøk rødd eigur rættin til at vera hoyrd og tað sera umráðandi í at hava møguleikan at samskifta.