Udgivet i Skriv en kommentar

Gera meg kláran at fara í skúla, bert 25 kr :)

voxia.fo/product/visuelt-skema-gera-meg-klaran-at-fara-i-skula/

Nú fyri bert 25 kr 🙂

Udgivet i Skriv en kommentar

Viðmæli at hyggja eftir :)

👉VIÐMÆLI AT HYGGJA EFTIR 👀👇
Sum audiologopedur kenni eg til teoriir og háttaløg at hjálpa fólkið sum hava fingið afasi. Hóast henda lærdóm, kann eg tó aldrin seta meg heilt inn í, hvussu tey mugu kenna tað. Eg kann einans ímynda mær støðuna. Eg eri takksom fyri tey menniskju, sum eg havi og havi havt í viðgerð, tí tey geva mær ein heilt annan lærdóm, sum ikki altíð kann skrivast niður í ein frymil.

Ein, sum eg havi havt í viðgerð fyri afasi, vísti mær á ein film á netflix, sum eg veruliga kann viðmæla at hyggja eftir. Her møta vit Lotje, sum er í sínum bestu árum. Hon fær eina heilabløðing, og missir førleikarnar at lesa, skriva og tosa ordiligt.

Lotje byrjar at taka seg sjálva upp í hennara “recovery” gongd. Sera ektaðar og ráar upptøkur hjá einum menniskja, har alt knappliga verður kollvelt, og man onkursvegna skal fóta sær aftur í einum nýggjum veruleika og gerandisdegi.

https://youtu.be/VSfpA3AEKmY?si=FBK8FLp8IVSswxsc

Udgivet i Skriv en kommentar

Tónaflog – tónleikaterapi

👉🎶VOXIA VÍÐKAR UM SÍNAR TÆNASTUR
Frá 01. Novembur byrjar dugnaliga Hervør á Torkilsheyggi í starv hjá Voxia. Hervør er tónleikari, og hevur hon eisini nomið sær útbúgving innan tónleikaterapi. Eisini er hon útbúgvin teknmálstulkur.
Virksemi hjá Hervør í Voxia fer í fyrstu syftu at snúgva seg um tað hon nevnir Tónaflog. Hetta inniber:
⭐️tónleikaterapi fyri fólki við demens (seinheilaskaða)
⭐️fyri tey smá (vøggusang)
⭐️fyri tey við serligum tørvi
⭐️og onnur, ið hava tørv á slíkum tilboði

Ynskir tú at tosa nærri við hana um hvat tónleikaterapi er og møguliga bíleggja tíð kanst tú ringja á
📞504033 ella
✏️skriva til hennara á hervor@voxia.fo

Vit gleða okkum at fáa hana inn í Voxia-toymið 😃

Udgivet i Skriv en kommentar

BÓK – Dialog med usædvanlige børn

Arbeiðir tú við børnum við fjølbreki, sum ikki tosa, er hetta ein heilt fantastisk bók at lesa.

Í hesi bók tekur norski sálarfrøðingurin Per Lorenzen okkum í hondina, og leiðir okkum inn í hansara persónligu hugleiðing um, hvussu man etiskt og námsfrøðiliga kann halda fast við, at aðalmálið fyri okkara fakliga arbeiði skal vera:
👉at vit minka um vandin fyri, at tað sum ger hesi børn ‘udsædvanlige’ skapar spilt ímillum okkum.

Per leggur dent á í sínum bókum, at vit leggja merki til tað týdningarmesta við samtaluni og relatiónum í samband við samskifti hjá menniskjanum.

Nakað sum eyðkennir fatanina hjá Per í samband við ‘udsædvanlige’ børn, og sum eisini er hansara endamál við bókini er:
👉at udsædvanlige børn hava sama tørv fyri nærleika og tøttum relatiónum við sínar umsorgspersónar sum vanlig børn.

Udgivet i Skriv en kommentar

Hvat merkir navnið Voxia

Eg fái tíðum spurningin: “Hvat merkir Voxia?”. Eg haldi tíðin er komin til eina frágreiðing.
Tað tók mær rættuliga langa tíð at finna tað rætta navnið til fyritøkuna. Eg hevði nøkur krøv til navnið, sum t.d. at tað skuldi ikki indikera, at eg hjálpi, førki, flyti o.s.fr. Ikki tí, tað er heilt víst nakað eg royni, men eg vildi heldur hava nakað annað at lýsa virkið við. Eg vildi meira hava eina yvirlýsing av mínum virksemi. Eina lýsing av mínum sjónarmiðum í samband við samskiftið, og lýsing av rættindum hjá mínum viðskiftafólki.
Eg fekk nógv hugskot… sum ikki einaferð, og míni nærmastu hjálptu mær eisini. Men eg fekk líkasum aldrin hasa kensluna “yes, hatta er tað”.

Eg leitaði mær hjálp hjá míni góðu vinkonu Hervør á Torkilsheyggi, sum er sera orðkring og dugir væl við orðaspæli. Hon spurdi meg beinanveg, um tað var nakar persónur, eg vildi hava við í navnið. Onkur sum eg vildi heiðra. Og JA tað vildi eg fegin. Eg hevði eina mostur, sum tíverri doyði fyri tveimum árum síðani av krabba. Hana var eg so sera góð við, og hon hevur altíð verið har fyri meg og okkum systkin. Hon var støk alt hennara lív, so vit vóru sum hennara børn. Hon var lærarinna, og hennara hjartamál var altíð børn við lesiavbjóðingum. Hon var eisini lesivegleiðari. Hon hevur, gjøgnum allan mín lesna, hjálpt mær, rætta uppgávur, diskuterað ymisk sjónarmið… og sett komma… nógv komma :). Tað er also ikki mín sterka síða. Eisini kom hon niður at hjálpa við ansing av børnunum, tá royndartíðir vóru.
Poula mostir náddi tíverri ikki at uppliva mín dreym um egna fyritøku blíva til veruleika, tó merki eg hana allatíð.

So hvussu skuldu vit fáa Poulu (mosturinna) inn í navnið? Tað er stuttligt tá man so situr saman og skrivar aftur og fram, og so knappliga kemur okkurt genialt. Aftur til tað seinni 🙂

Eg syngi við einum kórið, sum eitur VOX. Vox merkir røddir á latíni. Í enskt-føroysku orðabókini stendur at vox pop er stytting fyri vox populi, sum merkir fólksins rødd/hugsan. Mítt ynskið var at fáa “rødd” við… tí eg arbeiði jú við alternativum samskifti, har tann verbala røddin ofta ikki er til staðar, men fyri tað hevur tann innara røddin nakað at siga. Vit hava øll okkurt at siga. So mítt ynskið við navninum og virkinum er, at røddin hjá mínum kundum, hevur týdning og skal sleppa fram við hjálp av eini samskiftisloysn. So nú var Vox komi uppá pláss… hvar kom so “ia” frá?

Eg og Hervør kjattaðu saman eitt kvøldið, og eftir einari løtu nevnir hon fyri mær, at “tía” merkir mostur á sponskum. Hon hevur verið nokkso nógv í Spania. Eg havi búð eitt ár í Italia, so italskt dugi eg enn nakað av. Eg sigi so við hana, at zia merkir mostur á italienskum… jamen hvat við at navnið verður VOXIA?? letur í Hervør. JAA sigi eg… har kom tað :). S ella Z-ljóðið kemur sjálvsagt við X-inum.

So summa summarum: Røddir Vox, og ein heiður til mín góður Poulu-mostur í ia.

Udgivet i Skriv en kommentar

Føroysk tala til GoTalk NOW!!!

Also also hvat eg fekk ein totalt upptúr nú ein dagin. Ok, aftur til byrjanuna….eg havi mangan skriva til framleiðarar av samskiftisappum, um tey kunnu taka okkara nýggju føroysku talusyntesur inn á teirra app. Okkara føroysku talusyntesur eita “Hanna” og “Hanus”, og tað er Acapela sum hevur framleitt tær. Men eg fái aloftast at vita, at tað ber ikki til, ella tað verður ikki gjørt í nærmastu framtíð osv.

Tað finst ein ørgrynna av samskiftisappum runt verðina, men tær flestu er á enskum, og tað er eitt kempi arbeiði at týða og so at innlesa alt. Og hartil ber ikki til at nýta orðaforsøgnina, tá appin ikki hevur føroyskt innbygt. So tað er eitt stórt øv.

Fyri nøkrum árum síðani fór ein mamma og eitt starvsfólk í AV í holt við at týða eina samskiftisapp sum eitur AVAZ. AVAZ er ein samskiftisapp burturav. Mentamálaráði stuðlaði hesi verkætlan. Tær samstarvaðu við framleiðarnar í India, og eftir eini tíð høvdu vit okkara fyrstu føroysku samskiftisapp AVAZ FO. Hetta hevur havt ein so stóran týdning fyri fleiri av okkara borgarum, og eg arbeiði við fleiri sum hava ágóðan av hesari app. Tað er nú so fantastiskt at síggja eldsálir fremja hjartamáli í verkið. Stóra takk til tykkum báðar…tit vita hvørji tit eru ;). Og takk til mentamálaráði fyri at stuðla hesi verkætlan.

AVAZ er ætla til fólk, sum hava førleika at velja vit fingri ella hond. So hetta er ikki ein app, sum hóskar til fólk, sum eru skerd fysiskt. Hon hevur heldur ikki eina skanningsfunku, so tað ber heldur ikki til at velja við eini kontakt.

Eg havi arbeitt nógv við og undirvíst í eini samskiftisapp, sum eitur GoTalk NOW. Hetta er ein app, sum hevur nú nógv ár á bakið. Tað er Attainment company, sum hevur framleitt appina. Eg havi verið í samband við tey nakrar ferð, og eru tey sera fittlig at tosa við. Náh, men hendan appin hevur fleiri funkur, og fleiri veljimøguleikar enn AVAZ, og er hartil brúkaravinarlig. Eg skrivaði til tey nú ein dagin, um tey høvdu møguleika at taka føroysku røddirnar inn í appina. Og eg kind of væntaði eitt svar, sum nei, tí bla bla bla. Meeennnn eg bleiv alvorliga tikin á bólið, tí eg fekk hetta svari:

Also TOTALT upptúr ha?? Tað sum er øðrvísi er, at tá AVAZ er samskiftisapp burturav, og hevur longu uppbygdar møguleikar, so er hon ikki so torfør at fara í gongd við. GoTalk NOW er, útyvir samskiftisapp, eisini til spøl, dagbók og annað. Um man er skerdur fysiskt, og kann ikki velja við fingri, kann man nýta innbygdu skanningsfunkuna í appuni. Man skal sjálvur uppseta appina, og fyri nógv er tað ein torfør uppgáva. Men tað kann eg ella ein annar ráðgevi vegleiða teg í. Eg havi skeið í bæði AVAZ og GoTalk NOW. Um tit trýsta á myndina niðanfyri síggja tit eitt video við dømum, hvussu tú kanst nýta appina.