Hvat: Saman syngja vit, røra okkum, hyggja, lurta, sansa og spæla
Hvør:Foreldur saman við sínum barnið undir 1 ár. Í bólki á ca 12 vaksin og teirra børn.
Hvar: Á ellis- og røktarheiminum í Runavík
Endamál: At foreldur og barn fáa eina nærverandi løtu og góð hugskot til sang og spæl. Sansir og samspæl verður stimbrað og kann elva til ró og gleði hjá báðum.
Um tú vilt vita meira, kanst tú seta teg í samband við okkum við at útfylla frymilin niðanfyri
Tað er Hervør á Torkilsheyggi, sum hevur tónaflogvirksemi hjá Voxia. Hervør er tónleikari og hevur hon eisini nomið sær útbúgving innan tónleikaterapi. Eisini er hon útbúgvin teknmálstulkur.