Udgivet i Skriv en kommentar

Stavtalva

Stavtalvur kunnu gerast neyðugar at hava um hendi, um t.d. talan brádliga gerst skerd av sjúku, so sum ALS, krabbamein, afasi osv, ella av vanlukku. Voxia hevur snikkað hesa loysnina saman, og øll eru hjartaliga vælkomin at taka hana niður, prenta og deila👍👉Framferðarháttur:Um persónurin, sum hevur tørv á stavplátuni ikki fær peika sjálvur, skal viðkomandi, sum tosar við persónin gera soleiðis:1️⃣spyr eftir fyrsta orðið og skanna so fyrst tølini í kolonnuni. T.d. “er 1. bókstavur í orðinum í rekkju 1,2,3…” Persónurin má so hava eitt tekin fyri “ja”. Kanska eitt blink ella okkurt líknandi.2️⃣Tá persónurin hevur gjørt sítt tekin fyri ja har sum rekkjan við fyrsta bókstavi er, skalt tú skanna teir bókstavir sum eru í tí rekkjuni.T.d. Um persónurin ynskir at siga orðið “tyrst”, skal hann blinka, tá tú sigur 4, og síðan blinka aftur tá tú skannar rekkju 4, við at siga p,r,s,t…blink.3️⃣Soleiðis koyrir skipanin inntil tað orðið/setningurin er funnin, sum persónurin ynskir at siga👉Tað er týdningarmikið at spyrja inntil um man kann gita orðið, sum viðkomandi ynskir at siga.✏️Um tú/tit hava spurningar inntil hesa talvu, seti tykkum endiliga í samband við Voxia 🙂

Udgivet i Skriv en kommentar

AAC awareness month

https://www.isaac-online.org/english/aac-awareness/international-aac-awareness-month/

Oktober er International ASK (AAC) Awareness Month. Tankin við Awareness Month er at at seta sjóneykuna á ASK-økið og teir nógvu mátarnar, menniskju samskifta uppá við brúk av alternativum og stuðlandi samskifti. Í ár, 2020, er slagorðið “Bridging the silence through solidarity”. Leystliga týtt merkir hetta, at vit skulu bróta við tøgnina við at vera samhugaði. Ikki verðins besta týðing, men tit fanga tað nokk :). Eg vil gjarna vera við at royna at bróta tøgnina, so eg fari at royna at leggja ymiskt út hendan mánan. Í dag havi eg týtt (sum frægast) eina plakat, sum ISAAC hevur givið út fyri nøkrum árum síðani. Eg kann líka fortelja stutt, at ISAAC er ein stytting fyri International Society for Augmentative and Alternative Communication. ISAAC er ein altjóða limafelagsskapur, sum arbeiðir fyri at betra um samskiftismøguleikarnar fyri børn og vaksin við víðfevndum samskiftisavbjóðingum. Far gjarna inn á heimasíðuna hjá Altjóða ISAAC og les meira um AAC awareness month. So mítt fyrsta innlegg er henda plakatin sum handlar um rættindi til samskifti. Tit eru vælkomin at taka hana niður og eisini deila, um tit hava hug 🙂

Rættindi til samskifti