
Stavtalvur kunnu gerast neyðugar at hava um hendi, um t.d. talan brádliga gerst skerd av sjúku, so sum ALS, krabbamein, afasi osv, ella av vanlukku. Voxia hevur snikkað hesa loysnina saman, og øll eru hjartaliga vælkomin at taka hana niður, prenta og deilaFramferðarháttur:Um persónurin, sum hevur tørv á stavplátuni ikki fær peika sjálvur, skal viðkomandi, sum tosar við persónin gera soleiðis:
spyr eftir fyrsta orðið og skanna so fyrst tølini í kolonnuni. T.d. “er 1. bókstavur í orðinum í rekkju 1,2,3…” Persónurin má so hava eitt tekin fyri “ja”. Kanska eitt blink ella okkurt líknandi.
Tá persónurin hevur gjørt sítt tekin fyri ja har sum rekkjan við fyrsta bókstavi er, skalt tú skanna teir bókstavir sum eru í tí rekkjuni.T.d. Um persónurin ynskir at siga orðið “tyrst”, skal hann blinka, tá tú sigur 4, og síðan blinka aftur tá tú skannar rekkju 4, við at siga p,r,s,t…blink.
Soleiðis koyrir skipanin inntil tað orðið/setningurin er funnin, sum persónurin ynskir at siga
Tað er týdningarmikið at spyrja inntil um man kann gita orðið, sum viðkomandi ynskir at siga.
Um tú/tit hava spurningar inntil hesa talvu, seti tykkum endiliga í samband við Voxia
