Beskrivelse
Plakat við 35 myndateknum og ein listi, sum hevur vikudagarnar á klaffum. Á baksíðuni á klaffanum er ein fitt sjørna.
Hesi 35 myndateknini innihalda myndir av ymsum húsligum arbeiði. Vit hava gjørt ein myndatekn blankt, har kunnu tit so skriva ella tekna okkurt á, um tit halda okkurt manglar. Myndateknini hava velkroprikkar klistraðar á. Og listin við klaffum hevur eisini velkroprikkar á.
Soleiðis kann hetta nýtast:
Barnið velur sær tey húsligu arbeiðini tey vilja gera, og klistrar tey á teir dagarnar arbeiði skal gerast. Tit velja sjálvi hvussu nógvar uppgávurnar skulu vera. Tá barnið hevur roynt ella klára uppgávuna, fer klaffin upp fyri. Á baksíðuni á klaffanum er ein stjørna. Um familjan heldur tað er hugaligt, kann man gera tað soleiðis, at barnið samlar sær stjørnur, og tá tað hevur samlað eitt ávíst tal kann tað fáa ein vinning ella líknandi. Hetta kann gera tað meira spennandi hjá barninum at gera tað húsliga arbeiði 🙂.
Myndakortini eru hesi:
- Vaska gólv
- Feia gólv
- Rudda
- Vaska vesikummu
- Dustsúgva
- Støva av
- Pussa spegl
- Vaska upp
- Út við skrellinum
- Leggja klæðir uppá pláss
- Vaska klæðir
- Heingja klæðir uppá snór
- Vaska vindeygða
- Støva sjónvarpið av
- Tøma vaskimaskinuna
- Túr við hundinum
- Rudda gongina
- Reiða upp
- Arbeiða í garðinum
- Dekka borð
- Taka av borðinum
- Vaska borð
- Seta í uppvaskimaskinuna
- Tøma uppvaskimaskinuna
- Vaska bil
- Rudda kamar
- Selja fløskur
- Skifta seingjarklæðir
- Gera døgurða
- Blankt
Stødd á vøru:
Myndakort: 3,5 cm
Listi við klaffum: 25 x 12 cm
Plakat við myndateknum: A4
1 anmeldelse af Listi við vikudøgum á og við klaffum + ein plakat við 30 myndateknum av húsligum arbeiði