Beskrivelse
Les og skriva tey 120 vanligastu orðini
Ein samlaður arbeiðspakki við øllum fimm listunum og 120 vanligum føroyskum orðum. Børnini lesa, skriva, finna orð, svara spurningum og lita inni í bókstavunum. Tilfarið kann brúkast til byrjanarlesing og skrivivenjing heima og í skúlanum, við einum barni ella í smáum bólkum.
Hetta er í pakkanum
- 60 arbeiðssíður í einum hefti við forsíðu og innihaldsyvirliti, 62 síður tilsamans.
- Svarhefti við 21 síðu: vegleiðing og eitt svarblað til hvønn av teimum 20 orðabólkunum.
- 120 lesikort á 20 A4-síðum, seks kort á hvørjari síðu.
- Arbeiðshefti og svarhefti bæði í litum og svart-hvítum.
- Allir fimm listapakkarnir hvør sær, við arbeiðsørkum, svarhefti og lesikortum. Tú kanst velja savnaðu heftini ella arbeiða við einum lista í senn.
Átta uppgávur til hvønn orðabólk
Finn orðið · Les, skriva og royn sjálv · Vel rætta orðið · Les og finn orðini · Les og svara · Finn orðini í bókstavatalvuni · Ger ein setning · Tekna og lita.
Soleiðis brúka tit tilfarið
Vel ein bólk við seks orðum og prenta tær síðurnar, tit skulu brúka. Lesið orðini saman, arbeiðið við uppgávunum og brúkið svarheftið sum hjálp. Lesikortini kunnu klippast út og brúkast til endurtøku, orðaleiting og at gera smáar setningar.
Talgild vøra til egna prenting
Tú tekur eina ZIP-fílu niður eftir keyp, pakkar hana út og prentar PDF-fílurnar sjálv/ur í A4. Eingin fysisk vøra verður send. Vel litaútgávuna ella svart-hvítu prentútgávuna av arbeiðsørkum og svørum; tú nýtist ikki at prenta báðar.
Listarnir fáast eisini hvør sær
Vel ein listapakka, um tit vilja arbeiða við 24 orðum í senn:







Anmeldelser
Der er endnu ikke nogle anmeldelser.