Beskrivelse
Arbeið við orðunum í lista 2
Ein arbeiðspakki við teimum 24 orðunum í lista 2, orð nr. 25-48. Børnini lesa, skriva, finna orð, svara spurningum og lita inni í bókstavunum. Tilfarið kann brúkast til byrjanarlesing og skrivivenjing heima og í skúlanum, við einum barni ella í smáum bólkum.
Hetta er í pakkanum
- 12 arbeiðssíður, býttar í fýra orðabólkar við seks orðum.
- Svarhefti við 5 síðum: vegleiðing og fýra svarbløð.
- 24 lesikort á 4 A4-síðum, seks kort á hvørjari síðu.
- Arbeiðshefti og svarhefti bæði í litum og svart-hvítum.
- 5 PDF-fílur og ein stutt vegleiðing í eini ZIP-fílu.
Átta uppgávur til hvønn orðabólk
Finn orðið · Les, skriva og royn sjálv · Vel rætta orðið · Les og finn orðini · Les og svara · Finn orðini í bókstavatalvuni · Ger ein setning · Tekna og lita.
Orðini í lista 2
sær, upp, vit, har, tær, kom, seg, fór, inn, væl, hjá, enn, mær, frá, tit, øll, eru, tók, sat, alt, hin, her, fer, fáa.
Soleiðis brúka tit tilfarið
Vel ein bólk við seks orðum og prenta tær síðurnar, tit skulu brúka. Lesið orðini saman, arbeiðið við uppgávunum og brúkið svarheftið sum hjálp. Lesikortini kunnu klippast út og brúkast til endurtøku, orðaleiting og at gera smáar setningar.
Talgild vøra til egna prenting
Tú tekur eina ZIP-fílu niður eftir keyp, pakkar hana út og prentar PDF-fílurnar sjálv/ur í A4. Eingin fysisk vøra verður send. Vel litaútgávuna ella svart-hvítu prentútgávuna av arbeiðsørkum og svørum; tú nýtist ikki at prenta báðar.
Ynskir tú allar fimm listarnar? Sí samlaða arbeiðspakkan við øllum 120 orðunum.







Anmeldelser
Der er endnu ikke nogle anmeldelser.