Ókeypis útkoyring við keyp yvir 500 kr

250760

Nevn 5

kr.20.00 inkl. mvg

20 føroysk myndakort til orð og samrøðu. Veljið eitt kort, finnið fimm orð í sama bólki og prátið um svarini. Myndin á kortinum er ein hjálp.

8 A4-síður í PDF: 20 kort, vegleiðing og 100 dømi um svar. Talgild niðurtøka til egna prenting. Eingin fysisk vøra verður send.

Tørv á hjálp

Set teg í samband við okkum

Talgild vøra

Til prent

Beskrivelse

Nevn 5

Kanst tú nevna fimm djór? Fimm litir? Fimm ting í køkinum? Nevn 5 er eitt føroyskt orðaspæl við 20 myndakortum. Á hvørjum korti er ein uppgáva við einum bólki, ein mynd til hjálpar og fimm tøl at telja svarini við. Myndirnar eru úr myndasavninum hjá Glugganum.

Kortini leggja upp til at finna orð, tosa um bólkar og greiða frá, hví eitt svar hóskar. Spælið heima, í dagstovni ella í skúlanum, við einum barni ella í einum lítlum bólki. Ein vaksin kann lesa uppgávuna, so barnið nýtist ikki at duga at lesa.

Hetta fært tú

  • 20 myndakort við hvør sínum bólki, millum annað djór, litir, frukt, klæði, leikutoy og flutningur.
  • 5 A4-ørk við fýra kortum á hvørjum og stiplaðum linjum at klippa eftir.
  • 1 síðu við vegleiðing og hugskotum til tann vaksna.
  • 2 síður við møguligum svarum, til samans 100 dømi. Onnur svar kunnu eisini hóska.

Til samans 8 A4-síður í einari PDF-fílu.

Soleiðis kunnu tit spæla

Veljið eitt kort og lesið uppgávuna. Finnið fimm ymisk svar, sum hoyra til bólkin. Myndin kann telja sum eitt svar. Byrjið við tveimum ella trimum svarum, um fimm eru ov nógv. Tit kunnu eisini hjálpast at. Spælið uttan tíðarmark, og gevið barninum góða tíð at hugsa og práta.

Prenting og niðurtøka

Prenta kortini á síðu 2-6 á A4 í 100 % stødd og bara á aðrari síðuni. Klipp eftir stiplaðu linjunum.

Talgild vøra: Tú keypir eina PDF-fílu at taka niður eftir keyp og prenta sjálv/ur. Eingin fysisk vøra verður send, og eingin frakt verður løgd afturat.

Brúksloyvi

Tilfarið er bert til egna nýtslu hjá keyparanum og má ikki deilast, seljast víðari ella leggjast alment út.

Anmeldelser

Der er endnu ikke nogle anmeldelser.

Vær den første til at anmelde “Nevn 5”

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

Vit tryggja tær 100% dátuvernd

Vit selja ikki tínar upplýsingar til triðjapartar. Onki spam – bara viðkomandi boð

Trygg gjalding

Kortupplýsingar verða ikki goymdar á okkara heimasíðu.

Vit hjálpa tær fegin

Hevur tú ein spurning um tilfar ella eina bílegging?

Set teg í samband