Beskrivelse
Hvør er tað? er eitt føroyskt gitingarspæl, har børnini spyrja, lurta og finna rætta persónin. Spælið hevur 16 persónar úr myndasavninum hjá Glugganum og kann spælast við 8 ella 16 í senn.
Soleiðis spæla tit
Ein velur ein persón í loyndum. Hini spyrja spurningar, sum kunnu svarast við ja ella nei: „Hevur persónurin brillur?“ ella „Er persónurin í reyðari blusu?“ So verða tey kortini tikin frá, sum ikki passa til svarið. At enda gita tit, hvør persónurin er.
Í PowerPoint trýsta tit á kortini fyri at strika tey. Knøtturin „Byrja av nýggjum“ vísir øll kortini aftur. Tit kunnu eisini prenta talvurnar og brúka leysu kortini til at velja persónin.
Hetta er við
• Klikkispæl í PowerPoint við 8 og 16 persónum.
• PDF við 5 síðum: spælivegleiðing, tvær spæltalvur og 16 kort at klippa út.
• PowerPoint-fíla bæði sum PPTX og PPSX, sum byrjar beinleiðis í framvísing.
Hvussu kann spælið brúkast?
Í „Hvør er tað?“ fáa børnini høvi at seta orð á tað, tey síggja. Tey kunnu víðka orðfeingið við at tosa um útsjónd, klæði, litir, hár og andlitsbrøgd. Meðan tey gita, venja tey seg í at seta spurningar, lýsa persónar og lurta eftir svarunum hjá hvørjum øðrum.
Spælið gevur eisini høvi at venja at skiftast um, bíða eftir tørni og tosa so hart ella spakuliga, sum støðan krevur. Brúkið tað sum felags spæl á eini talgildari talvu, á einum skíggja í einum lítlum bólki ella tvey og tvey við teimum prentaðu spæltalvunum.
Tit kunnu laga spælið til aldur og málsligar førleikar hjá børnunum. Yngri børn kunnu spæla saman við einum vaksnum og byrja við 8 persónum og einføldum spurningum. Við 16 persónum eru fleiri smálutir at leggja merki til og tosa um. Spælið kann eisini brúkast við eldri børnum, sum læra føroyskt sum annað mál og hava tørv á at venja orð og setningar í samrøðu.
Soleiðis brúkar tú fílurnar
Tú fært ein ZIP-pakka at taka niður. Pakka fílurnar út og opna spælið í PowerPoint á telduni. Klikkispælið er roynt í PowerPoint á Mac; brúka PowerPoint-skráborðsforritið, tí aðrir framvísarar kunnu handfara klikkifunkurnar øðrvísi. PDF kann prentast á A4.
Tilfarið er talgilt; eingin fysisk vøra verður send. Keyparin kann brúka og prenta tilfarið heima og við sínum egna flokki ella bólki. Fílurnar skulu ikki deilast víðari ella leggjast alment út.






Anmeldelser
Der er endnu ikke nogle anmeldelser.