Ókeypis útkoyring við keyp yvir 500 kr

250760

Pakkaloysn – Húsligt arbeiði og lummapengatalva við myntum

kr.425.00

Í hesi pakkaloys​n fært tú:

Eitt sett við 30 myndateknum, sum vísa ymisk húslig arbeiði  – saman við einari lummapengatalvu við 24 myntum.

Tørv á hjálp

Set teg í samband við okkum

Vøran verður send innan

3-5 dagar

Beskrivelse

Tey 30 myndateknini av húsligum arbeiði eru 3,5 cm og hava velkro á, og passa tí eisini til okkara vanaverkslistar.

Lummapengatalvan kann nýtast til 2 børn, ella sum yvirlit yvir t.d. tvær vikur ella tveir mánaðir.

Summar uppgávur krevja kanska at ein vaksin er við í uppgávuni. Soleiðis, at tann vaksni lærir barnið, ella bara at barnið er við í arbeiðnum.

Tú kanst nýta eina vanliga tussj ella whiteboardtussj at skriva uppgávur, strikur og tøl á við. T.d. um tú ynskir at okkurt arbeiði skal hava 20 kr sum viðrið.

Tú kanst velja ímillum 6 litir.

Soleiðis virkar lummupengatalvan 😊

Vegleiðing til barnið:

👆 Í fyrsta rað (kolonnu) stendur, hvat tú skalt gera – til dømis at hjálpa við borðreiðing ella leggja klæðir saman.

💰 Í næsta rað stendur, hvussu nógv tú kanst fáa fyri at gera uppgávuna.

✏️ Tá tú hevur gjørt uppgávuna, setur tú eina lítla striku – so vita vit, at tú hevur klárað hana.

📆 Tá vikan (ella mánaðin) er farin, telja vit saman, hvussu nógv tú hevur fingið í lummupengum. So kanst tú spara upp – ella keypa tær nakað, tú hevur hug at eiga!

Myndakortini eru hesi:

  1. Vaska gólv
  2. Feia gólv
  3. Rudda
  4. Vaska vesikummu
  5. Dustsúgva
  6. Støva av
  7. Pussa spegl
  8. Vaska upp
  9. Út við skrellinum
  10. Leggja klæðir uppá pláss
  11. Vaska klæðir
  12. Heingja klæðir uppá snór
  13. Vaska vindeygða
  14. Støva sjónvarpið av
  15. Tøma vaskimaskinuna
  16. Túr við hundinum
  17. Rudda gongina
  18. Reiða upp
  19. Arbeiða í garðinum
  20. Dekka borð
  21. Taka av borðinum
  22. Vaska borð
  23. Seta í uppvaskimaskinuna
  24. Tøma uppvaskimaskinuna
  25. Vaska bil
  26. Rudda kamar
  27. Selja fløskur
  28. Skifta seingjarklæðir
  29. Gera døgurða
  30. Blankt

Alt verður gjørt púra klárt at nýta.
Alt verður prentað, laminerað og velkroprikkarnir koyrdir á. So alt verður púra klárt at nýta 🙂

Anmeldelser

Der er endnu ikke nogle anmeldelser.

Vær den første til at anmelde “Pakkaloysn – Húsligt arbeiði og lummapengatalva við myntum”

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

Vit tryggja tær 100% dátuvernd

Vit selja ikki tínar upplýsingar til triðjapartar. Onki spam – bara viðkomandi boð

Trygg gjalding

Kortupplýsingar verða ikki goymdar á okkara heimasíðu.