Ókeypis útkoyring við keyp yvir 500 kr

250760

Listi við vikudøgum á og við klaffum + ein plakat við 30 myndateknum av húsligum arbeiði

kr.325.00

(1 kundeanmeldelse)

Vilt tú læra barnið at taka lut í tí húsliga arbeiðnum heima, er hetta ein genial loysn at gera júst tað. Tú fært eina plakat, sum hevur 30 myndatekin av tí mest vanliga húsliga arbeiðnum. Umframt plakatina fylgir eisini ein listi við, sum hevur klaffar við vikudøgunum á. Tittulin á listanum sigur: “Hesa vikuna skal eg”,  og barnið velur sær síðan tey myndatekn tey vilja hava tí vikuna, og seta tey á listan. Tá arbeiði er liðugt, letur tað klaffan fyri, og tá fær barnið eina stjørnu.

Tørv á hjálp

Set teg í samband við okkum

Vøran verður send innan

3-5 dagar

Beskrivelse

Plakat við 35 myndateknum og ein listi, sum hevur vikudagarnar á klaffum. Á baksíðuni á klaffanum er ein fitt sjørna.

Hesi 35 myndateknini innihalda myndir av ymsum húsligum arbeiði. Vit hava gjørt ein myndatekn blankt, har kunnu tit so skriva ella tekna okkurt á, um tit halda okkurt manglar. Myndateknini hava velkroprikkar klistraðar á. Og listin við klaffum hevur eisini velkroprikkar á.

Soleiðis kann hetta nýtast:
Barnið velur sær tey húsligu arbeiðini tey vilja gera, og klistrar tey á teir dagarnar arbeiði skal gerast. Tit velja sjálvi hvussu nógvar uppgávurnar skulu vera. Tá barnið hevur roynt ella klára uppgávuna, fer klaffin upp fyri. Á baksíðuni á klaffanum er ein stjørna. Um familjan heldur tað er hugaligt, kann man gera tað soleiðis, at barnið samlar sær stjørnur, og tá tað hevur samlað eitt ávíst tal kann tað fáa ein vinning ella líknandi. Hetta kann gera tað meira spennandi hjá barninum at gera tað húsliga arbeiði 🙂.

Myndakortini eru hesi:

  1. Vaska gólv
  2. Feia gólv
  3. Rudda
  4. Vaska vesikummu
  5. Dustsúgva
  6. Støva av
  7. Pussa spegl
  8. Vaska upp
  9. Út við skrellinum
  10. Leggja klæðir uppá pláss
  11. Vaska klæðir
  12. Heingja klæðir uppá snór
  13. Vaska vindeygða
  14. Støva sjónvarpið av
  15. Tøma vaskimaskinuna
  16. Túr við hundinum
  17. Rudda gongina
  18. Reiða upp
  19. Arbeiða í garðinum
  20. Dekka borð
  21. Taka av borðinum
  22. Vaska borð
  23. Seta í uppvaskimaskinuna
  24. Tøma uppvaskimaskinuna
  25. Vaska bil
  26. Rudda kamar
  27. Selja fløskur
  28. Skifta seingjarklæðir
  29. Gera døgurða
  30. Blankt

Stødd á vøru:
Myndakort: 3,5 cm
Listi við klaffum: 25 x 12 cm
Plakat við myndateknum: A4

1 anmeldelse af Listi við vikudøgum á og við klaffum + ein plakat við 30 myndateknum av húsligum arbeiði

  1. Elin Lutzen (verificeret ejer)

    Takk fyri skjóta og góða levering, eri sera væl nøgd við tænstuna frá tykkum

Tilføj en anmeldelse af varen

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

Vit tryggja tær 100% dátuvernd

Vit selja ikki tínar upplýsingar til triðjapartar. Onki spam – bara viðkomandi boð

Trygg gjalding

Kortupplýsingar verða ikki goymdar á okkara heimasíðu.