Ókeypis útkoyring við keyp yvir 500 kr

250760

Líkheitir og munir

kr.15.00 inkl. mvg

16 føroysk myndakort til at tosa um líkheitir og munir. Hyggið at tveimum myndum í senn, samanberið og setið orð á tað, tit síggja.

7 A4-síður í PDF: 16 kort, vegleiðing og dømi um svar. Talgild niðurtøka til egna prenting. Eingin fysisk vøra verður send.

Tørv á hjálp

Set teg í samband við okkum

Talgild vøra

Til prent

Beskrivelse

Líkheitir og munir

Hvat er líkt? Hvat er ólíkt? Við hesum 16 myndakortunum hyggja tit at tveimum myndum í senn og tosa um tað, tær hava í felag, og tað, sum er ymiskt. Myndirnar eru úr myndasavninum hjá Glugganum og vísa millum annað mat, djór, klæði og lutir úr gerandisdegnum.

Kortini leggja upp til at seta orð á litir, skap, partar og tað, lutir verða brúktir til. Barnið kann svara við orðum, peika ella vísa við hondunum. Tað er ikki neyðugt at duga at lesa.

Hetta fært tú

  • 16 myndakort við tveimum myndum á hvørjum korti.
  • 4 A4-ørk við kortum og stiplaðum linjum at klippa eftir.
  • 1 síðu við vegleiðing og hugskotum til tann vaksna.
  • 2 síður við dømum um svar. Dømini eru hugskot til prátið, ikki einastu røttu svarini.

Til samans 7 A4-síður í einari PDF-fílu.

Soleiðis kunnu tit brúka kortini

Vel 2-4 kort og hygg at myndunum saman við barninum. Sig nøvnini á tí, tit síggja, og spyr: „Hvat er líkt?“ og „Hvat er ólíkt?“ Gev barninum stundir at hugsa og spyr víðari: „Hvussu sært tú tað?“ Tit kunnu eisini skiftast um at velja kort ella finna fleiri líkheitir og munir á sama korti.

Tilfarið hóskar til børn í dagstovni og byrjanarflokkunum, saman við einum vaksnum. Brúkið tað heima, í dagstovni ella í skúlanum, við einum barni ella í einum lítlum bólki.

Prenting og niðurtøka

Prenta á A4 í 100 % stødd og bara á aðrari síðuni. Tit kunnu brúka ørkini heil ella klippa kortini út eftir stiplaðu linjunum.

Talgild vøra: Tú keypir eina PDF-fílu at taka niður eftir keyp og prenta sjálv/ur. Eingin fysisk vøra verður send, og eingin frakt verður løgd afturat.

Brúksloyvi

Tilfarið er bert til egna nýtslu hjá keyparanum og má ikki deilast, seljast víðari ella leggjast alment út.

Anmeldelser

Der er endnu ikke nogle anmeldelser.

Vær den første til at anmelde “Líkheitir og munir”

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

Vit tryggja tær 100% dátuvernd

Vit selja ikki tínar upplýsingar til triðjapartar. Onki spam – bara viðkomandi boð

Trygg gjalding

Kortupplýsingar verða ikki goymdar á okkara heimasíðu.

Vit hjálpa tær fegin

Hevur tú ein spurning um tilfar ella eina bílegging?

Set teg í samband