Ókeypis útkoyring við keyp yvir 500 kr

250760

Dreingjapakkin – kenslur í myndum (PDF til prent)

kr.99.00

Føroyskur kenslupakki við myndum av einum drongi. Kenslu- og hjálparkort, plakatir, kenslutermometur við pílum og vegleiðing til vaksin. 17 A4-síður til at taka niður og prenta.

Talgilt tilfar til niðurhal eftir keyp.

Tørv á hjálp

Set teg í samband við okkum

Vøran verður send innan

3-5 dagar

Beskrivelse

Kenslur í myndum

Kenslur kunnu vera torførar at seta orð á. Við kenslupakkanum kann barnið peika á eina mynd og vísa, hvussu tað hevur tað, og hvat kann hjálpa.

Brúkið kortini og plakatirnar til smáar samrøður í gerandisdegnum. Á kenslutermometrinum kann barnið flyta ein píl og vísa, hvussu tað hevur tað beint nú. »Eg veit ikki« er eisini eitt svar.

Hetta fært tú

  • 18 kenslu- og hjálparkort: 6 kenslukort og 12 kort við møguleikum fyri hjálp.
  • 5 einfaldar plakatir til børn í aldrinum 3-6 ár.
  • 5 meira nágreiniligar plakatir um kenslur og tekin frá kroppinum.
  • Kenslutermometur við drongi, pílum at klippa út og stuttari vegleiðing.
  • Vegleiðing til vaksin við hugskotum til at brúka tilfarið saman við barninum.

Hjálparkortini vísa millum annað møguleikar sum at fáa frið, røra seg, drekka vatn og tekna. Kortið »Vil hava okkurt í hondina« er eisini við.

Klárt at prenta

Tú fært 17 A4-síður í 5 PDF-fílum, savnaðar í einari ZIP-fílu. Øll ørkini hava hvíta bakgrund. Tak ZIP-fíluna niður, pakka hana út og prenta tær síðurnar, tú vilt brúka. Prenta á A4 í 100 % stødd og bert á aðra síðuna á pappírinum. Klipp kort og pílar út.

Til at brúka heima, í barnagarði ella í skúla.

Allar kenslur eru í lagi. Barnið kann velja eitt, fleiri ella einki kort.

Anmeldelser

Der er endnu ikke nogle anmeldelser.

Vær den første til at anmelde “Dreingjapakkin – kenslur í myndum (PDF til prent)”

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

Varenummer VOX-KEN-D-001 Kategorier ,

Vit tryggja tær 100% dátuvernd

Vit selja ikki tínar upplýsingar til triðjapartar. Onki spam – bara viðkomandi boð

Trygg gjalding

Kortupplýsingar verða ikki goymdar á okkara heimasíðu.

Vit hjálpa tær fegin

Hevur tú ein spurning um tilfar ella eina bílegging?

Set teg í samband