Ókeypis útkoyring við keyp yvir 500 kr

250760

ASK í spæli – 12 føroysk samskiftisørk

kr.79.00 inkl. mvg

12 føroysk samskiftisørk við orðum og myndum til felags spæl. 20 kjarnuorð á føstum plássum á hvørjum arki og orð til ymiskt spæl.

15 síður í PDF: 12 ørk, forsíða og vegleiðing. A4 tvørtur, klárt at prenta. Talgild vøra; eingin fysisk vøra verður send.

Tørv á hjálp

Set teg í samband við okkum

Talgild vøra

Til prent

Beskrivelse

ASK í spæli er ein pakki við 12 føroyskum samskiftisørkum til felags spæl. Á hvørjum arki eru 20 kjarnuorð á føstum plássum og orð og myndir, sum hoyra til spælið.

Hetta fært tú

  • 12 samskiftisørk til ymisk sløg av spæli.
  • Tvær síður við vegleiðing til vaksin.
  • Eina forsíðu við yvirliti yvir ørkini.

Til samans 15 síður í einari PDF-fílu. Ørkini eru til spæl við sápubløðrum, kubbum, bilum og skrábretti, leiri, spælikøki, dukkum og bamsum, djórum og figurum, bólti, tónleiki og rørslu, vatni, tekning og máling og bókum.

Soleiðis kunnu tit brúka ørkini

Leggið arkið fram, peikið á orðini, meðan tit tosa, og gevið barninum tíð at svara á sín hátt. Brúkið ørkini í spæli heima, á dagstovni ella í skúla. Barnið nýtist ikki at peika, áðrenn tit spæla víðari.

Prenting og niðurtøka

Prenta á A4 tvørtur í 100 % stødd.

Talgild vøra: Tú keypir eina PDF-fílu at taka niður eftir keyp og prenta sjálv/ur. Eingin fysisk vøra verður send, og eingin frakt verður løgd afturat.

Anmeldelser

Der er endnu ikke nogle anmeldelser.

Vær den første til at anmelde “ASK í spæli – 12 føroysk samskiftisørk”

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

Vit tryggja tær 100% dátuvernd

Vit selja ikki tínar upplýsingar til triðjapartar. Onki spam – bara viðkomandi boð

Trygg gjalding

Kortupplýsingar verða ikki goymdar á okkara heimasíðu.

Vit hjálpa tær fegin

Hevur tú ein spurning um tilfar ella eina bílegging?

Set teg í samband