Vitan og hugskot

Øll hava okkurt at siga

Ókeypis útkoyring við keyp yvir 500 kr

250760

Øll hava okkurt at siga 💬

At fortelja okkurt stuttligt. At spyrja. At siga nei. At siga sína hugsan og vera við í samrøðuni.

Í oktober verður sjóneykan sett á ASK, alternativt og stuðlandi samskifti. Á enskum eitur mánaðurin AAC Awareness Month.

ASK kann vera myndir, tekn til talu, samskiftisbøkur og talutól, sum stuðla taluni ella geva aðrar møguleikar at samskifta.

Málið er, at hvør einstakur kann siga tað, hann vil, tá ið hann vil, og við tann, hann vil.

Vit, sum eru rundanum, hava eisini ein týðandi leiklut. Tá vit vísa áhuga, brúka ASK saman og geva tíð til at svara, geva vit samskiftinum betri rúm 💛

Á teimum fýra myndunum kanst tú lesa meira um ASK, sjálvstøðugt samskifti og hvussu okkara hugburður kann gera mun.

Hvat er ASK? Alternativt og stuðlandi samskifti.

Málið við ASK – sjálvstøðugt samskifti.

Hví samskifta vit? Ymisk endamál við samskifti.

Tín hugburður til ASK smittar.

Skriva eina viðmerking

Vit hjálpa tær fegin

Hevur tú ein spurning um tilfar ella eina bílegging?

Set teg í samband

Discover more from Voxia

Subscribe now to keep reading and get access to the full archive.

Continue reading