Hugskotið til Gluggan er sprottið úr mínum egna arbeiði sum taliráðgevi og mínum stóra áhuga fyri at gera tilfar til menning, læring og samskifti.

Eg havi altíð elskað at gera tilfar. At fáa eitt hugskot, finna røttu myndirnar og seta tað saman til eitt spæl, eina talvu ella eina uppgávu, sum kann brúkast saman við einum barni. Tað er nakað serligt við at kunna laga tilfarið til júst tann tørvin og tey áhugamálini, sum barnið hevur.
Í mínum arbeiði havi eg brúkt Boardmaker og annað útlendskt arbeiðstilfar. Eg havi fingið nógvan íblástur frá øðrum londum og forritum og havi við støði í hesum hugskotum gjørt mítt egna tilfar. Tað skapandi arbeiðið hevur altíð havt stóran týdning fyri meg — og tað hevur tað framvegis.
Men eg havi eisini altíð saknað eina føroyska loysn.
Eg havi saknað eitt stað, har føroyskt tilfar var lætt at finna og fara í gongd við. Har eg bæði kundi fáa íblástur, finna okkurt, sum longu var klárt at brúka, og gera mítt egna tilfar. Á føroyskum og við møguleika fyri at laga tað til tann einstaka.
Sum taliráðgevi veit eg, hvussu nógv tað hevur at siga at hava hóskandi tilfar við hondina. Viðhvørt hevur tú tørv á nøkrum fáum myndakortum til eina samrøðu. Aðrar ferðir er tað ein samskiftistalva, eitt spæl ella eitt ark til at arbeiða við ávísum orðum. Tað skal vera lætt at finna fram og lætt at tillaga, so tíðin eisini kann brúkast saman við barninum.
Við tøknini, sum nú er til, hevur borið til at menna eina skipan, sum savnar hesar møguleikarnar á einum stað. Soleiðis er Gluggin hjá Voxia vorðin til.
Í Glugganum kanst tú sjálv velja myndir, skriva tekst og gera títt egna tilfar við frymlum sum útgangsstøði. Tú kanst til dømis gera myndakort, myndabingo og samskiftistalvur. Tú finnur eisini spøl, íblástur og tilfar, sum eg longu havi gjørt.

Mítt ynski er, at Gluggin skal gera tað lættari hjá øðrum at fara í gongd við tað skapandi arbeiðið. Bæði hjá tær, sum arbeiðir í skúla ella á dagstovni, hjá fakfólki og hjá tær, sum vilt brúka tilfarið heima.
Fyri meg er Gluggin eisini ein máti at deila tað, sum mær dámar so væl at gera. Eg vil halda fram við at menna nýtt tilfar og fáa nýggj hugskot — og eg vóni, at Gluggin eisini kann geva tær hug at skapa okkurt, sum hóskar til tín gerandisdag.
Hevur tú hug at hyggja inn? Tú kanst royna útvaldar brellbitar úr Glugganum ókeypis, uttan innritan ella gjaldskort. 🪟
