At leggja leiku frá sær, fara í útiklæðini ella byrja eina uppgávu kann krevja bæði fyrireiking og stuðul. Ein einfald talva við tveimum myndum kann hjálpa barninum at síggja, hvat skal henda nú, og hvat kemur aftaná.
Í Myndaglugganum hjá Voxia kanst tú gera tína egnu Fyrst–síðani-talvu við myndum og føroyskum orðum, sum hóska til tykkara gerandisdag.
Hvat er ein Fyrst–síðani-talva?
Talvan hevur tvey felt. Undir Fyrst er myndin av tí, tit skulu gera fyrst. Undir Síðani er myndin av tí, sum kemur aftaná.
Tá vit siga okkurt, kunnu orðini hvørva aftur. Myndirnar verða verandi, so barnið kann hyggja at teimum aftur og fáa eina áminning um raðfylgjuna.
Talvan kann vísa eina vanliga gerandisrútinu ella hjálpa við skiftinum millum tveir aktivitetir:
- Fyrst vaska hendur – síðani eta.
- Fyrst í jakkan – síðani út.
- Fyrst rudda – síðani lesa søgu.
- Fyrst gera eitt putlispæl – síðani spæla við tok.

Soleiðis brúka tit talvuna
Vel tvær myndir, sum barnið kennir og skilur. Vís talvuna, áðrenn tit byrja, peika á myndirnar og sig við fáum orðum, hvat skal henda:
«Fyrst fara vit í jakkan. Síðani fara vit út.»
Brúkið eisini tekin, um tey eru partur av samskiftinum hjá tykkum. Gev barninum tíð at hyggja og skilja boðini, og hjálp tí at koma í gongd.
Tá fyrsta virksemið er liðugt, peika tit á næstu myndina. Tað, sum stendur undir «Síðani», eigur at samsvara við tað, sum veruliga hendir aftaná. Soleiðis verður talvan ein álítandi stuðul í gerandisdegnum.
Byrja við einari stuttari og kendari støðu. Laga uppgávuna og stuðulin eftir barninum, og lat barnið vera við at velja myndir og virksemi, tá tað ber til.

Ger eisini tíðina sjónliga við Time Timer
Ein Time Timer ella annar sjónligur tímamátari kann vera góður at brúka saman við Fyrst–síðani-talvuni. Talvan vísir, hvat skal henda, meðan tímamátarin vísir, hvussu nógv tíð er eftir. Á einum Time Timer minkar litaða økið, so hvørt sum tíðin gongur. Tað kann hjálpa barninum at fyrireika seg til næsta virksemi. Les meira hjá Time Timer.
Tit kunnu til dømis siga:
«Fyrst spæla vit við kubbum í fimm minuttir. Síðani lesa vit søgu.»
Vís bæði myndirnar og tímamátaran, áðrenn tit byrja. Vel eitt hóskandi tíðarskeið og laga tað eftir barninum og støðuni. Tímamátarin skal vera ein stuðul til at skilja tíðina og skiftið. Barnið kann framvegis hava tørv á hjálp og fyrireiking, tá tíðin er farin.
Hvør kann hava gleði av henni?
Ein Fyrst–síðani-talva kann brúkast heima, á dagstovni, í skúla og í arbeiðinum hjá taliráðgeva.
Hon kann vera viðkomandi fyri børn, sum hava gagn av sjónligum stuðli til at skilja boð, raðfylgjur og skifti. Vel myndir og orð eftir tí einstaka barninum. Fyri summi eru myndatekn greið; fyri onnur kann ein verulig mynd av teirra egna jakka ella matpakka vera lættari at skilja.
Ger talvuna í Myndaglugganum
- Opna Myndagluggan og far til Frymlar.
- Vel «Fyrst – síðani».
- Vel feltið, tú vilt broyta, og finn eina hóskandi mynd í Myndasavninum.
- Set myndir í bæði feltini og laga tekstin til tykkara støðu.
- Goym arkið og tak tað niður sum PDF til prenting.
Vilt tú skifta myndirnar ofta, kanst tú eisini prenta leys myndakort og festa tey á eina prentaða talvu við velcro. Tá kunnu somu talva og kort brúkast í fleiri støðum.
Byrja við einari lítlari rútinu, sum hevur týdning hjá tykkum. Tvær væl valdar myndir kunnu vera nóg mikið til at gera næsta stig greiðari.
Royn Fyrst–síðani ókeypis
Vel millum myndirnar í ókeypis royndini, rætta orðini og tak tína talvu niður sum PDF – uttan innritan ella gjaldskort.
