Beskrivelse
Vikuskema, sum vísur vikudagarnar við skúlaskemanum hjá barninum.
Fyri nøkur børn og ung er tað umráðandi at hava greiðar karmar og ein struktur yvir gerandisdagin, fyri at tey skulu vera í trivnaði gjøgnum dagin.
Royndir hava víst at visuel amboð eru ordiliga góð at brúka, um tú skalt til at skapa struktur í gerandisdegnum hjá barninum. Tað er tí at visuel element ikki blíva burtur, sum orð blíva.
Vikuskemaði er prenta á 400gr pappír, og er mattaminerað, so tað er sera haldbart. Við í prísinum eru eisini tilsvarandi velkroprikkar.
Við at hyggja eftir myndunum síggja tit, hvussu eg havi gjørt, eitt tílíkt skema til dóttirina, sum gongur í 1. flokki.
Tað sum tú skalt gera er bert at senda okkum eina mynd av skúlaskemanum hjá barninum, og eg seti tað upp til myndakort, so tað passar til vikuskemaði.
Anmeldelser
Der er endnu ikke nogle anmeldelser.