Myndakort til lummaterningar – Vanlig orð (til prent)

(1 kundeanmeldelse)

kr.199,00 inkl. mvg

Sitið saman við barninum og havið tað stuttligt, meðan tit gera orð burturúr modellerivoksi, magnetbókstavum og stemplum. Lesið vanlig orð ella setningar við fjákuttum røddum o.s.fr. Eisini eru spøl, har børnini kunnu kappast ímóti hvørjum øðrum.

Voxia hevur framleitt 6 ymisk spøl við vanligum orðum. Hesi spøl hóska væl til aldursbólkin 5-10 ár. Tá tú keypir spælið, fært tú beinanvegin ein pdf-fíl sendandi á tín teldupost, og so er klárt at printa, klippa og spæla 🙂

 

Beskrivelse

Hvat eru vanlig orð, og hví hevur tað týdning at læra tey?

At menna lesingina hjá barninum kann vera trupult viðhvørt. Tað eru so nógvir førleikar og atføri, sum skulu spæla saman fyri at gerast ein góður lesari. Ein máti at hjálpa næmingum í byrjanarflokkunum at lesa er at læra tey “vanlig orð”. Ein stórur partur av vanligum tekstum eru orð, sum verða endurtikin ferð eftir ferð. Vit kalla hesi orð “vanlig orð”. Tey flestu eru lítil og løtt at minnast, men summi av teimum kunnu ikki verða lisin beinleiðis við ljóðunum. Tí hevur tað týdning at læra børnini

at lesa hesi orð við at bara síggja orðmyndina. Tí hava vit valt at gera ymisk spøl við hesum vanligum orðum, so at børn kunnu læra tey upp á ymsar mátar og samstundis hava tað stuttligt.

Spælið inniheldur:
74 síður í Zip-format. Pakka út, og prenta tær pdf-fílin út. Her fær tú:
60 setningar við vanligum orðum
Fjákutar røddir: Ringla eitt orð ella setning, og les tað tríggjar ferðir við tí fjákutu røddini, tú hevur ringlað.
Klikk: Ringla og les, men ansa eftir klikk-kortinum!
Fá skil á: 120 orð, har bókstavirnir eru umbýttir. Barnið skal finna út av hvat orðið er.
Les og ger: børnini ringla eitt orð og hvat tey skulu gera við tað (magnetbókstavir, tekna, stempla o.s.fr.).

1 anmeldelse af Myndakort til lummaterningar – Vanlig orð (til prent)

    Súsan
    1. april 2022
    So sera væl nøgd við vøruna, og handilskonan var sera vinalig og hjálpandi, hon rallaði inn ein leygardag í voxia, sjálvt um hon var sjúk, so kundatænastan var exelent⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️👍👍👍
Tilføj en anmeldelse af varen
Ger eitt ummæli og fá ein viðrisseðil! :)

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

Du kunne også være interesseret i...