
Fá lesiferðina upp við at venja tey 120 vanligu orðini
Stríðist títt barn við at fáa lesiferðina upp?
Ella við at lesa heilt vanlig føroysk orð?
So hóskar hetta lesiskeiðið júst til títt barn
At menna lesingina hjá barninum kann viðhvørt vera trupult. Tað eru so nógvir førleikar og atføri, sum skulu spæla saman fyri at gerast ein góður lesari. Ein máti at hjálpa næmingum í byrjanarflokkum at lesa er at læra tey “vanlig orð”. Ein stórur partur av vanligum tekstum eru orð, sum verða endurtikin ferð eftir ferð. Vit kalla hesi orð “vanlig orð”. Tey flestu teirra eru lítil og løtt at minnast, men summi av teimum kunnu ikki verða lisin beinleiðis við ljóðunum. Tí hevur tað týdning at læra børnini at lesa hesi orð við bara at síggja orðmyndina.
Tað kann vera, at títt barn bara hevur tað trupult við at lesa nøkur av hesum 120 orðunum. So fær tað her møguleikan at venja júst tey orðini ofta.
Á hesum lesiskeiðnum vera tey 120 orðini trenaði uppá nógvar ymiskar hættir við spølum, leikum og hørðum arbeiði ;).
Upplýsingar um skeiðið:
Tíðspunkt:
Týsdagin 11. Oktobur 2022 Frá kl. 09-14
Undirvísari: Helena S. Højgaard
Cand. Mag. í Audiologopædi
Eigur og rekur fyritøkuna Voxia
Luttakarar: Max 4 næmingar úr 2. og 3. flokki. Hetta fyri at tryggja at nóg góð tíð er til hvønn næming.
Kostnaður: 995 kr írokna tilfar, vatn, saft og frukt. Barnið fær eina mappu heim við ymiskum tilfarið til tey 120 orðini. Børnini skulu hava matpakka við.
Stað: Á Skála. Nærri kunning kemur seinni um hvar á Skála.
Tilmelding: Seinasta freist at tilmelda er 07. okt. 2022. Tú kanst tilmelda títt barn við at ringja 250760 ella senda ein teldupost til voxia@voxia.fo. Tú kanst eisini útfylla niðanfyristandandi frymil: