Hava tit ein iPad?
Hevði tú vilja lært teg, hvussu iPaddur kann nýtast sum miðil at styrkja og stuðla samskiftið og tí málsligu menningina?
iPaddurin tiltalar og hugtekur flest menniskju – ung sum gomul. Hann er nemmur at seta upp, skjótur og atkomuligur. Tá man hevur sæð allar hentleikarnar iPaddurin kann hava, kann tað vera svert at vera hann fyri uttan.
Hesum skulu vit taka okkum brúk av, tá vit arbeiða við at styrkja og stuðla uppundir samskiftið, málmenning og innlæring. iPaddurin er eitt frálíkur miðil til júst hetta. Tá man hevur vitan um møguleikarnar fyri serligari uppsetan og brúkan av viðkomandi appum, er tað nemt at koma í gongd.
Eg bjóði meg fram at halda 2 sjálvstøðug skeið fyri starvsfólk og avvarðandi til børn og vaksin við samskiftisavbjóðingum. Les meira um skeiðini við at trýsta á leinkjunar niðanfyri