Øll menniskju við einum brekið, sum ger tað torført at samskifta við umheimin, hava tørv á ASK, annaðhvørt sum ein loysn sum verður nýtt íðstaðin fyri talaða málið ella sum eitt ískoyti til málið.
Menniskja samskiftir á nógvar ymsar háttir, og vit øll brúka ASK uppá ein ella annan hátt. Men tá eitt menniskja, sum hevur samskiftisavbjóðingar orsaka av einum brekið ella skaða, kann tað vera neyðugt at seta eina ASK-loysn í verk, sum kann vera fleiri ymiskar samskiftisloysnir, sum er laga eftir tørvinum hjá tí einkulta og umhvørvinum.
At mangla ella hava eitt skert talumál kunnu vera av fleiri orsøkum, so sum:
- Cerebral Parese (spastisk lammilsi)
- Autisma
- Ymisk syndrom (td. Downs syndrom, Rett syndrom, Angelman syndrom)
- Dysfasi (Sein ella forsinkað málsmenning hjá børnum)
- Dyspraksi (viðfødd motorisk menningartarn)
- Traumatiskur heilaskaði
- ALS
- Apopleksi (blóðproppur ella heilabløðing)
- Afasi (málsligar-/taluavbjóðingar orsaka av einum skaða í heilanumn)
- Apraksi (manglandi førleiki at gera tær vantu motorisku gerðirnar orsaka av einum skaða í heilanum)
- Tracheostomi
- osv.
Onkur hevur kanska bara tørv at nýta ASK í eitt tíðarskeið, meðan onnur brúka tað alt lívið. Børn, ung og vaksin við álvarsligum fysiskum og/ella samskiftisavbjóðingum hava tørv á at hava atgongd til ASK. Nøkur hava tørv á ASK orsaka av einum funktiónstarni, sum altíð hevur verið til staðar, t.d. Cerebral Parese, autisma ella menningartarn.
Onnur hava møguliga brúk fyri ASK seinni í lívinum, um tey missa førleikarnar at tosa t.d. orsaka av apopleksi, traumatiskum heilaskaða ella av sjúku sum ALS (amyotrofisk lateral sklerose).
ASK ger tað møguligt fyri eitt menniskja, sum hevur tørv fyri einari alternativari samskiftisloysn ella sum eitt ískoyti til talaða málið, at kunna orða sínar tankar, ynskir og tørv. Soleiðis kann ein taka lut í avgerðum, sum viðkoma eins egna lív.
Familjulimir og onnur avvarðandi er líka so umráðandi tá ASK skal brúkast. Hesir persónar runt um gera tað møguligt at samskiftið blívur væleydna.