Ymiskar samskiftisloysnir

Tá man skal finna eitt alternativt samskiftisamboð er ymiskt at velja ímillum. Tað kann bæði vera í pappírformati og reint teknologiskt. Ofta hevur man tørv á ymsum amboðum alt efter umstøðum og samskiftispartnara.

Ikki- teknologiskar samskiftisamboð (Ofta nevnt fyri pap-tech amboð)
Hesar loysnirnar eru mest brúktar, og eru altíð góðar at hava sum “back-up” tá tann elektróniska loysnin ikki er tøk, má umvælast ella dagførast. Samskiftisamboð í papírformat kunnu umframt vera hentar, tá samskiftispartnarin ikki følir seg væl fyri reint tekniskt. Dømir uppá ikki-teknologisk amboð eru tematalvur, einkul symbolkort, einkul- og framkomnar samskiftisbøkur. Her kann talan vera um bók sum er uppbygd eftir PODD-prinsippum). Man kann eisini brúka word og power-point at gera tilfar við, men riggar best við forritum sum eru gjørd til at gera samskiftisamboð. Dømir um hesi forrit eru hesi: Boardmaker, boardmaker online, pictoselector, symbolMate, Programsnedkeren, Communicator og Inprint. Niðanfyri sæst dømir uppá nakrar papp-tech amboð:

snakkebok 320x230
tematavle

Lág-teknologiskar samskiftisloysnir (ofta nevnt fyri Low-tech loysnir
Hetta kunnu vera talumaskinir uttan ein dynamiskan skýggja (fleiri løg). Man brúkar her eitt lag á gangin og man skiftur lagið/talvuna, tá man skiftur tema/evni. Hesi tól koma sum oftast tómar, tí mugu talvurnar gerast áðrenn man kann brúka tólið. Man skal eisini upptaka ljóðini á orðunum ella setningunum á teimum flestu talumaskininum. Low-tech loysnirnar kunnu eisini vera einkult kontaktir við einum ella fleiri orðum/setningum.

Niðanfyri síggjast dømir uppá Low-tech loysnir.

step by step3
supertalker4

Há-teknologiskar samskiftisloysnir (ofta nevnt fyri hightech loysnir)
Hightech samskiftisloysnir eru sum oftast framkomnar teldur við dynamiskum skíggja. Teldurnar hava einki innihald, tá man fær tær, men fleiri veitarar eru byrjaðir at útvega dømir uppá síður, sum man kann taka støði í. Við hesum kann man so tilpassa forritið til ein ávísan persón. Hesar teldur eru sera framkomnar, og hava syntetiska talu, og tær kunnu forritast bæði til at kunnu hava umhvørviskontroll, senda og móttaka sms/telefonsamrøður, og kunnu spæl tónleik, video, hyggja eftir myndum ella vera á alnótinið.

Niðanfyri síggjast dømir uppá High-tech loysnir.

rolltalk
tobii

Leystliga týtt frá http://www.isaac.no
https://www.isaac.no/fagstoff/om-ask/ulike-kommunikasjonslosninger/