GoTalk NOW

GoTalk now 

GoTalk Now er ein fleksibul og brúkaravinarlig app at samskifta við. Við hesu app kanst tú gera eina einkulta samskiftisbók, sum eisini kann nýtast av menniskjum við stórum kognitivum trupulleikum. 

Í GoTalk Now kanst tú velja millum 3 ymisk sløg av samskiftisíðum, sum fara í samskiftisbókina: 

Standard-síður við feltum, sum programmerast til tann einstaka. Við einum trýsti verður ein handling útførd. 

Ekspress-síður við feltum, sum programmerast individuelt. Við at trýsta á feltini, kan man samanseta setningar, sum man kann fáa lisið upp.

Senu-síður, sum er ein mynd, har man setur ósjónlig hotspots (støð har man kann klikkja/peika á). Tá í hesi hotspots verða aktiveraðið verða eini boð, tónleikur ella videoklipp spæld.

GoTalk Now hevur ein knøtt til kjarnuorð. Við hesum knøttinum kanst tú geva skjót boð, sum tað er atgongd til frá øllum síðum í samskiftisbókini.

GoTalk Now gevur møguleikar fyri individuellari uppsetan. Tú velur hvussu nógv felt pr. síðu, tú velur litirnar og hvussu tað skal stýrast.

Um sjálvt skeiði

Tíð
uml. 4 tímar

Málbólkur
-Avarðandi til børn og vasksin við samskiftis-avbjóðingum

– Starvsfólk
– Dagstovnar
– bústovnar

Undirvísari
Voxia v/Helena S. Højgaard

Audiologopæd
teldupostur: voxia@voxia.fo

Prísur
850 kr. pr. luttakara. Max 5 luttakarir.

Tilmelding
Send eini boð til voxia@voxia.fo ella ring á tlf.nr. 250760

Stað
Um tað letur seg gera við útgerð kann tað væl vera har tú/tit eru stødd. Annars verður staðið lýst seinni.

Á skeiðnum lærir tú:

  • At gera standarsíðir, express-síðir og senu-síðir
  • At innleggja feltir við myndir frá myndatólinum hjá Ipaddinum, myndasavninum, symbolsettini frá appini og myndir av alnótini
  • at skera, skalera og rotera myndir
  • at samanseta fleiri myndir á einum felti
  • at seta litir á síður, rammir og tekst
  • at innleggja feltir við upptiknar stemmu
  • at innleggja videoklipp
  • at samanseta síðurnar
  • at innleggja kjarnuorðsknøttin
  • at deila samskiftisbókina við onnur via WiFi

Tað praktiska
Tað krevur ongan forkunnleika til sjálvan Ipaddin fyri at luttaka. Eg havi sjálv nakrar Ipaddar tøkar. Um tú tekur tín egna Ipad við, skal tú hava appina innlagda. GoTalkNow kostar 699 kr og kann keypast á App store.