Avaz er ein samskiftisapp, sum er týdd og tilpassað til føroyska mentan og mál. Appin inniheldur tríggjar samskiftisuppsetanirnir á ymsum stigum. Uppsetanin kann nýtast beinleiðis sum hon er. Hon kann eisini broytast og setast saman, so at innihaldi passar til tann einkulta brúkaran.
Avaz er symbolbaserað. Appin kann brúkast til tal ella til symbol- og tekstskriving. Ella bæði samstundis. Ovast í appini á skermmyndini er eitt skrivifelt. Tey feltini, man velur til skrivifeltið, samlar seg í ein setning, sum kann lesast hart.
Meðan man skrivar, fær man uppskot til orð. Ofta brúktir setningar lagrast. Tað sum man skrivar kann sendast til ein facebookprofil ella sum ein teldupostur. Avaz vendur sær serliga til brúkarar, sum hava eitt vist yvirlit og vælvirkandi fínmotorik.