👉VIÐMÆLI AT HYGGJA EFTIR 👀👇
Sum audiologopedur kenni eg til teoriir og háttaløg at hjálpa fólkið sum hava fingið afasi. Hóast henda lærdóm, kann eg tó aldrin seta meg heilt inn í, hvussu tey mugu kenna tað. Eg kann einans ímynda mær støðuna. Eg eri takksom fyri tey menniskju, sum eg havi og havi havt í viðgerð, tí tey geva mær ein heilt annan lærdóm, sum ikki altíð kann skrivast niður í ein frymil.
Ein, sum eg havi havt í viðgerð fyri afasi, vísti mær á ein film á netflix, sum eg veruliga kann viðmæla at hyggja eftir. Her møta vit Lotje, sum er í sínum bestu árum. Hon fær eina heilabløðing, og missir førleikarnar at lesa, skriva og tosa ordiligt.
Lotje byrjar at taka seg sjálva upp í hennara “recovery” gongd. Sera ektaðar og ráar upptøkur hjá einum menniskja, har alt knappliga verður kollvelt, og man onkursvegna skal fóta sær aftur í einum nýggjum veruleika og gerandisdegi.