Udgivet i Skriv en kommentar

Føroysk tala til GoTalk NOW!!!

Also also hvat eg fekk ein totalt upptúr nú ein dagin. Ok, aftur til byrjanuna….eg havi mangan skriva til framleiðarar av samskiftisappum, um tey kunnu taka okkara nýggju føroysku talusyntesur inn á teirra app. Okkara føroysku talusyntesur eita “Hanna” og “Hanus”, og tað er Acapela sum hevur framleitt tær. Men eg fái aloftast at vita, at tað ber ikki til, ella tað verður ikki gjørt í nærmastu framtíð osv.

Tað finst ein ørgrynna av samskiftisappum runt verðina, men tær flestu er á enskum, og tað er eitt kempi arbeiði at týða og so at innlesa alt. Og hartil ber ikki til at nýta orðaforsøgnina, tá appin ikki hevur føroyskt innbygt. So tað er eitt stórt øv.

Fyri nøkrum árum síðani fór ein mamma og eitt starvsfólk í AV í holt við at týða eina samskiftisapp sum eitur AVAZ. AVAZ er ein samskiftisapp burturav. Mentamálaráði stuðlaði hesi verkætlan. Tær samstarvaðu við framleiðarnar í India, og eftir eini tíð høvdu vit okkara fyrstu føroysku samskiftisapp AVAZ FO. Hetta hevur havt ein so stóran týdning fyri fleiri av okkara borgarum, og eg arbeiði við fleiri sum hava ágóðan av hesari app. Tað er nú so fantastiskt at síggja eldsálir fremja hjartamáli í verkið. Stóra takk til tykkum báðar…tit vita hvørji tit eru ;). Og takk til mentamálaráði fyri at stuðla hesi verkætlan.

AVAZ er ætla til fólk, sum hava førleika at velja vit fingri ella hond. So hetta er ikki ein app, sum hóskar til fólk, sum eru skerd fysiskt. Hon hevur heldur ikki eina skanningsfunku, so tað ber heldur ikki til at velja við eini kontakt.

Eg havi arbeitt nógv við og undirvíst í eini samskiftisapp, sum eitur GoTalk NOW. Hetta er ein app, sum hevur nú nógv ár á bakið. Tað er Attainment company, sum hevur framleitt appina. Eg havi verið í samband við tey nakrar ferð, og eru tey sera fittlig at tosa við. Náh, men hendan appin hevur fleiri funkur, og fleiri veljimøguleikar enn AVAZ, og er hartil brúkaravinarlig. Eg skrivaði til tey nú ein dagin, um tey høvdu møguleika at taka føroysku røddirnar inn í appina. Og eg kind of væntaði eitt svar, sum nei, tí bla bla bla. Meeennnn eg bleiv alvorliga tikin á bólið, tí eg fekk hetta svari:

Also TOTALT upptúr ha?? Tað sum er øðrvísi er, at tá AVAZ er samskiftisapp burturav, og hevur longu uppbygdar møguleikar, so er hon ikki so torfør at fara í gongd við. GoTalk NOW er, útyvir samskiftisapp, eisini til spøl, dagbók og annað. Um man er skerdur fysiskt, og kann ikki velja við fingri, kann man nýta innbygdu skanningsfunkuna í appuni. Man skal sjálvur uppseta appina, og fyri nógv er tað ein torfør uppgáva. Men tað kann eg ella ein annar ráðgevi vegleiða teg í. Eg havi skeið í bæði AVAZ og GoTalk NOW. Um tit trýsta á myndina niðanfyri síggja tit eitt video við dømum, hvussu tú kanst nýta appina.

Leave a Reply