Udgivet i Skriv en kommentar

ASK bólkur á Facebook

Um tú hevur hug at vera við í einum fb-bólki, har vit fara meira í dýpdina við ASK, so eg bara at melda teg sum lim við at trýsta á hesa leinkju.

Udgivet i Skriv en kommentar

AAC awareness month

https://www.isaac-online.org/english/aac-awareness/international-aac-awareness-month/

Oktober er International ASK (AAC) Awareness Month. Tankin við Awareness Month er at at seta sjóneykuna á ASK-økið og teir nógvu mátarnar, menniskju samskifta uppá við brúk av alternativum og stuðlandi samskifti. Í ár, 2020, er slagorðið “Bridging the silence through solidarity”. Leystliga týtt merkir hetta, at vit skulu bróta við tøgnina við at vera samhugaði. Ikki verðins besta týðing, men tit fanga tað nokk :). Eg vil gjarna vera við at royna at bróta tøgnina, so eg fari at royna at leggja ymiskt út hendan mánan. Í dag havi eg týtt (sum frægast) eina plakat, sum ISAAC hevur givið út fyri nøkrum árum síðani. Eg kann líka fortelja stutt, at ISAAC er ein stytting fyri International Society for Augmentative and Alternative Communication. ISAAC er ein altjóða limafelagsskapur, sum arbeiðir fyri at betra um samskiftismøguleikarnar fyri børn og vaksin við víðfevndum samskiftisavbjóðingum. Far gjarna inn á heimasíðuna hjá Altjóða ISAAC og les meira um AAC awareness month. So mítt fyrsta innlegg er henda plakatin sum handlar um rættindi til samskifti. Tit eru vælkomin at taka hana niður og eisini deila, um tit hava hug 🙂

Rættindi til samskifti